Ráðgeving

Um tú hevur eitt hugskot men ivast í, hvat tú skalt gera, so ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við Íverksetarahúsið á 459700. Tú kanst eisini senda ein teldupost á is@is.fo.

Vit hava hagartil havt havt samband við 700 fólk, harav hava vit rágivið 160 íverksetum.

Íverksetarahúsið fokuserar uppá títt hugskot og tekur útgangsstøði just har sum tú ert, og í felag gera vit eina meting av tínum hugskoti.

Higartil eru 20 verkætlanir avgreiddar, sum í dag virka á góðum handilsligum grundarlagi. Eisini eru fleiri verkætlanir ávegis, sum eru komnar so mikið langt, at einans endaliga fíggingin manglar. Hartil koma fleiri verkætlanir, sum ikki eru komnar so langt áleiðis enn.

Í Íverksetarahúsinum satsa vit uppá, at nakað ítøkiligt skal spyrjast burturúr hvørja ferð.


<aftur