Eitt áhugavert ár
Føroyingum tørvar innovatión – nýhugsan. Seinastu 100 árini hava vit verið tætt knýtt at fiskivinnuni, og nú búskaparlig afturgongd hevur rakt so at siga allan heim, gerst alsamt týðuligari, at dentur má leggjast á innovativa tilfeingið í Føroyum.
Tað merkir, at nýhugsandi íverksetar mugu fáa atgongd til góða ráðgeving og munagóðar fíggingarmøguleikar.
Við Íverksetarahúsinum er ráðgevingarparturin komin uppá pláss.
Men enn finnast ikki nóg munagóðir fíggingarmøguleikar, til at teir megna at slóða fyri, so gongd kann setast á fleiri áhugaverdar og produktivar ætlanir.
Men Rómaborg varð ikki bygd eftir einum degi.
Sæð í hesum ljósi gjørdist 2008 eitt spennandi ár hjá Íverksetarahúsinum.
Fyri tað fyrsta hava føroyskir íverksetar av øllum slagi nú fingið sítt egna íverksetarahús, sum teir kunnu rokna við í framtíðini.
Fyri tað næsta er Íverksetarahúsið viðurkent av politiska myndugleikanum.
Fyri tað triðja mentist virksemið hjá Íverksetarahúsinum til at fevna um allar Føroyar.
Í dag er Íverksetarahúsið sostatt virkið um alt landið og hevur knýtt sambond við virknar íverksetar og komandi íverksetar, har teir eru at finna. Samstundis hevur Íverksetarahúsið fingið í lag eitt gott samband við lokalar myndugleikar og stovnar, og tað lættir um, tá skipast skal fyri ymiskum tiltøkum.
Hornasteinurin í virkseminum er beinleiðis ráðgeving til íverksetar. Umframt tað skipar Íverksetarahúsið fyri hugskotsmennandi átøkum so sum fakligum fyrilestrarkvøldum, networking (netsamstarvi) millum íverksetar, patentráðgeving, framløgu av hugskotum fyri íleggjarum og serskeiðum fyri vakstraríverksetum og íverksetarafyritøkum.
Fíggjarkreppan
Eingin ivi er um, at eftirspurningurin eftir Íverksetarahúsinum hevur verið vaksandi síðani byrjan – og serliga, síðani fíggjarkreppan byrjaði at gera um seg seinasta heyst.
2009 verður tí eitt týdningarmikið ár fyri húsið, tí tað er í avbjóðandi tíðum, at møguleikin fyri broytingum og nýskapanum er størstur.
Størsta uppgávan í 2009 verður tískil at menna og reinala (raffinera) tær ‘góðu’ íverksetaraætlanirnar og at skapa eitt produktivt samband millum tær og tann íleggjarakapital, sum finst í Føroyum.
Ítøkilig úrslit
Enn hava vit ikki havt møguleika at fylgja við, hvussu tað hevur gingist øllum teimum, sum hava brúkt Íverksetarahúsið.
Ein gjøgnumgongd av verkætlanunum vísir tó, at 15 verkætlanir eru avgreiddar í 2008, antin við at verkætlanin er framd (6), ella at verkætlanin er avgreidd frá okkara síðu (3), ella at íverksetin hevur fingið serráðgeving og er komin víðari til næsta stig í verkætlanini (6). Hesin bólkur snýr seg serliga um patentráðgeving.
Ein verkætlan er slept.
Fígging størsta avbjóðingin
Royndirnar higartil vísa, – nú omanfyri 140 íverksetarahugskot hava verið til ráðgeving og viðgerðar í Íverksetarahúsinum síðani byrjanina í 2007, – at størsta forðingin fyri tær verkætlanir, sum hava íbornar vakstrarmøguleikar, eru tørvandi møguleikar fyri munadyggari fígging.
Við munadyggari fígging verður her hugsað um fígging, sum kann koma inn í verkætlanina, so skjótt hon er nágreiniliga mett at hava góðar møguleikar.
Vit eiga í íverksetarahøpi at sleppa tankanum um at lata stuðul sum tann, ið eitt nú Vinnuframagrunnurin veitir í dag. Hesin stuðul verður ikki veittur, fyrr enn verkætlanin hevur prógvað sín tilverurætt, t.v.s. eftir at verkætlanin er lokin, og grannskoðaður roknskapur er fingin til vega.
Stuðulin virkar á hendan hátt sum eitt slag av útreiðslu- ella undirskotstrygd.
Tað, sum tørvur er á, er aktivur kapitalur, sum kann hjálpa til at fremja verkætlanina.
Hesin kapitalur hevur við sær, at ein íverkseti, tá hann hevur mesta tørvin á honum, kann fáa ein ávísan eginpening inn í verkætlanina, sum beinanvegin ger ætlanina munandi meiri áhugaverda hjá øðrum íleggjarum og samstarvspørtum at luttaka í.
Umframt sjálvsagda fíggjarliga fyrimunin við einari slíkari skipan, hevur tað sum heild stóran týdning fyri íverksetar at síggja framburð í verkætlanini, meðan íblásturin og orkan eru til staðar.
Skrivstovukrakkastýri (burokrati) verður av fleiri íverksetum nevnt sum ein álvarsom forðing.
Við nýggjum møguleikum fyri munadyggari fígging fáa íverksetar eitt nýtt útgangsstøði til at finna neyðugar samstarvsfelagar, bæði av fíggjarligum og fakligum slagi, til sínar verkætlanir. Hettar kemst fyrst og fremst av, at tann eini parturin ikki noyðist at standa við øllum tí økonomiska váganum.
Í øðrum londum eru royndirnar góðar av at bjóða verkætlanum, sum fáa slíka fígging, viðkomandi og hugkveikjandi ráðgeving.
Í Íverksetarahúsinum síggja vit framvegis fleiri góðar verkætlanir við góðum vakstrarmøguleikum, sum mugu bíða vegna vantandi fígging.
Skulu vit seta ferð á okkara íverksetaratilfeingi , er neyðugt við einum íleggjaragrunni fyri íverksetar, sum tað almenna eigur at taka ábyrgdina av at fáa í lag.
Út í hvønn krók
Í 2008 setti Íverksetarahúsið sær fyri at røkka út um alt landið við sínum ráðgevandi virksemi. Sum ætlað so gjørt.
Í februar tók Íverksetarahúsið lut í fundi í Kollafirði, sum Eik helt um ung og íverksetan.
Í apríl skipaði Íverksetarahúsið fyri fyrilestrakvøldi í Øravík.
Í mai var Íverksetarahúsið saman við Sands kommunu heima á Sandi, og saman við felagnum Vágar í Vágunum.
Í november og desember skipaði Íverksetarahúsið fyri kunningarkvøldum á Tvøroyri, heima á Sandi, í Runavík, í Vágunum, í Tórshavn og í Klaksvík.
Umframt omanfyri nevndu átøk hevur Íverksetarahúsið ráðgivið íverksetum í Suðri, í Vágunum og í miðstaðarøkinum.
Soleiðis kom Íverksetarahúsið kring um í Føroyum í 2008 og hevur knýtt góð sambond við íverksetar og lokalar myndugleikar víða hvar í landinum.
Hornasteinurin
Hornasteinurin í virkseminum hjá Íverksetarahúsinum í 2008 var, sum áður sagt, ráðgeving til íverksetar.
Í alt søktu 52 nýggjar verkætlanir um ráðgeving í 2008, sum tilsamans umleið 100 íverksetar stóðu aftanfyri. Av hesum vóru sjey áhugaverdar verkætlanir, har miðað verður eftir at fáa patent uppá hugskotini.
Annars býta verkætlanirnar seg í hesar vinnugreinir:
|
|
|
|
Stovna virki
|
8
|
|
Fígging
|
3
|
|
Sniðgeving
|
2
|
|
Vælvera
|
5
|
|
Handil
|
6
|
|
Patent
|
7
|
|
Ráðgeving
|
5
|
|
Innovatión
|
5
|
|
Ferðavinna
|
3
|
|
KT
|
1
|
|
Ymist
|
5
|
Verkætlanirnar býta seg soleiðis ímillum ymisku økini í Føroyum: Norðoyggjar 2007, 25 verkætlanir - 2008, 17 verkætlanir. Steymoy 2007, 12 verkætlanir - 2008, 16 verkætlanir. Eysturoy 2007, 13 verkætlanir - 2008, 6 verkætlanir. Suðuroy 2007, 2 verkætlanir - 2008, 4 verkætlanir. Vágar 2007, 2 verlætlanir - 2008, 4 verkætlanir. Útlond 2007, 0 verkætlanir - 2008, 4 verkætlanir.
Sum tað sæst av yvirlitinum, liggja verkætlanirnar í byrjunarpartinum (start-up segment), sum er kjarnu kundabólkurin hjá Íverksetarahúsinum.
Í byrjunarpartinum liggja øll tey, sum ynskja at byrja nýtt virki, sum ynskja at vita, hvat onkur annar heldur um teirra hugskot, og fleiri, sum ynskja ráðgeving um møguleikar fyri einarættindum.
Íverksetarahúsið er tí farið í samstarv við International Patentbureau um hesi viðurskifti, sum av sonnum krevja serfrøði.
Skeið
Í 2008 helt Íverksetarahúsið fimm skeið fyri íverksetum, íverksetarafyritøkum og fyri tveimum miðnámsskúlum.
Í januar fór fimta grundskeiðið í íverksetan av bakkastokki í Klaksvík, og í mars tað næsta. Skeiðini vóru so at siga fullsett.
Í februar skipaði Íverksetarahúsið fyri tveimum skeiðum fyri næmingunum, sum luttóku á ‘Ungt virki’ í Tekniska skúla í Klaksvík og Handilsskúlanum í Tórshavn.
Í oktober var Masterclass skeið fyri íverksetarafyritøkur hildið á Gjáargarði við David Madié, stjóra í Startup Company sum skeiðsleiðara.
Ungt virki og European Business game
Í apríl luttók Íverksetarahúsið við dómara á finaluni í ‘Ungt virki’, og seinni í mánaðinum stóð Íverksetarahúsið saman við MMR og Klaksvíkar kommunu fyri finaluni í European Business game, sum varð hildin í Klaksvík.
Norðurlendskt samstarv
Frá 9. til 11. Mai 2008 stóð Íverksetarahúsið sum stigtakari og fyrireikari fyri einum norðurlendskum netverkssamstarvi við luttakarum úr Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Noregi. NORA stuðlaði verkætlanini fíggjarliga.
Endamálið við netverkssamstarvinum er at knýta luttakandi londini tættari í eitt íverksetarasamstarv.
Næsti fundurin í netverkinum verður í Finnmørkini beint eftir páskir í 2009.
Út móti sumri 2008 fekk Íverksetarahúsið fyrsta íleggjaran til eina verkætlan í húsinum. Talan var um felagið Ageware, sum fekk startkapital til eina verkætlan við uppløgdum altjóða møguleikum.
Iværk 08
Á stóru íverksetaramessuni Iværk 08, sum í september á hvørjum ári verður hildin í Forum í Keypmannahavn, eydnaðist tað Íverksetarahúsinum at fáa eitt fólk við í áhugaverda Innovation Lab, sum Danfoss skipaði fyri.
Umframt fakligu úrtøkuna, við innovatión sum snúðningsási, gav luttøkan eitt gylt høvi at knýta altjóða sambond.
Masterclass fyri íverksetarafyritøkur
1. og 2. oktober 2008 skipaði Íverksetarahúsið fyri Masterclass skeiði fyri íverksetarafyritøkur.
20 luttakarar úr 18 ymiskum fyritøkum teknaðu seg til skeiðið.
Skeiðið varð bygt upp av fýra mótulum, sum vóru um branding, nevndir, fígging og menning av íverksetara til leiðara.
Eigarin og stjórin í altjóða íverksetarafyritøkuni, David Madié, var skeiðsleiðari. Eftirmetingarnar frá luttakarunum vístu, at skeiðið var væl fyriskipað og viðkomandi.
At skeiðið kveikti skapanargávur millum luttakararnar, bóru fleiri hugskot, sum sjálvkravd komu fram á skeiðinum, boð um. Eitt nú føddist hugskotið um stóru vælverustevnuna LIVA, sum í februar 2009 varð veruleiki.
Leigumál
Í dag halda fimm fyritøkur til í Íverksetarahúsinum. Umframt Grunnin Íverksetarahúsið leiga Vericon, Keelsolution, Ageware og Granskingardepilin skrivstovur í húsinum.
Pláss er fyri í alt 6 fyritøkum.
Íverksetan inn í fólkaskúlan
Á vári 2008 vendi Íverksetarahúsið sær til MMR við eini ætlan um at fáa íverksetan inn í fólkaskúlan. Eitt upplegg varð gjørt um, hvat verkætlanin skuldi innihalda, og hvussu hon skuldi fremjast í verki.
Higartil er einki frætt aftur frá MMR.
Framtíðin
Framyvir fer Íverksetarahúsið – sum hornasteinurin í virkseminum - dagliga at bjóða ráðgeving til allar íverksetar.
Íverksetarahúsið fer eisini í 2009 at gera sítt ítasta til tess at betra møguleikarnar hjá íverksetum at fáa íleggjarakapital.
Tað verður gjørt um alt landið við eini røð av átøkum, sum hava til endamáls at fáa fram tær bestu ætlanirnar, sum skulu eftirmetast av serkønum í vinnulívinum og seinni leggjast fram fyri íleggjarum.
Í 2009 verður hol sett á nevndar- ella advisory board børsin fyri íverksetar. Teir íverksetar, sum eru til reiðar at seta eina nevnd ella eitt advisory board, skulu fáa møguleikan, sum í fakligum avbjóðingum hóskar teimum.
Íverksetarahúsið fer eisini í 2009 at skipa fyri nýggjum íverksetaraskeiðum.