Íverksetarar við góðum hugskotum og nógvum spurningum er okkara øki. Tí kann tað væl loysa seg at taka eitt prát við Íverksetarahúsið, áðrenn tú byrjar, tí vit hava síðani 2007 ráðgivið og hjálpt hópin av íverksetum.
Endamálið hjá okkum er rætt og slætt at hjálpa tær at fáa hugskotið nøkur fet tann rætta vegin, at svara tínum spurningum og harvið at styrkja teg sum íverksetara. Tað gera vit við at taka útgangstøði í tínari støðu, júst har sum tú ert.
Nøkur hugskot krevja bert eina ‘second opinion’, meðan onnur hava tørv á miðvísari ráðgeving. Í nøkrum førum er neyðugt við meiri umfatandi ráðgeving, t.d. tá tað snýr seg um patentir.
Umframt ráðgeving, fyriskipar Íverksetarahúsið eisini grundskeið fyri íverksetarar og eftir tørvi Masterclass skeið fyri víðarikomnar íverksetar.
Av tí at vit hava samband við hópin av íverksetarum, knýta vit eisini bond millum íverksetar við at skipa fyri netverksfundum.