Næmingarnir uttanfyri Leikalund í Klaksvík í dag (26. apríl).
Stranda skúli skipar í hesum døgum fyri trimum áhugaverdum íverksetaradøgum fyri øllum næmingunum úr 1. til 10. flokk á skúlanum.
Í samstarvi við Íverksetarahúsið, er eitt spennandi konsept sett á beinini, har næmingarnir fyrsta dagin vitja Tavuna í Leirvík, Føroya Bjór og mentannarverkætlanina Leikar í Lund í Klaksvík, og Íverksetarahúsið.
Næsta dagin verður arbeitt við íverksetara evnum saman við fyritøkunum Navia, Hoyrnini, Kemilux, Bakaríið á Strondum og Íverksetarahúsinum. Á skránni eru evnini hugskot, fígging, framleiðsla, lýsing/søla og undirhald.
Triðja dagin møtast allir næmingarnir í Bygdahúsinum á Strondum, har ein vælfyrireikað matstova, flottasta mynd og besta hugskot eru á skránni.
Inspirator og innpískari tann dagin er Finn Johannesen frá Vilt í Suðuri.