Eftir summarfrítíðina skipar Íverksetarahúsið fyri skeiðum, sum eru sniðgivin inn á bein til framfýsna næmingin og læraran, sum veruliga vil seta sítt fingramerki á komandi skúlaárið.
Seinasta árið hevur Íverksetarahúsið lagt lunnar undir fleiri tiltøk, har endamálið hevur verið at kveikja áhugan hjá føroyska ungdóminum fyri nýhugsan. Hesi hava eydnast væl og eru samstundis ein byrjan á eini lítlari kollvelting, har vit ynskja at geva fólkaskúla- og miðnámsskúlanæmingum førleika til sjálvi fara í gongd og at seta í verk. Hetta er leiðin, vit vilja ganga – og tí skipa vit komandi skúlaárið aftur fyri skeiðum, sum í serligan mun eru ætlað teim ungu.