Góð heildarfatan, framdrift, samstarv og passión eru kjarnuførleikarnir hjá tí sukseríka íverksetanum!
Hetta var høvuðsboðskapurin hjá Íverksetarahúsinum á ársins fyrsta Innovation Camp fyri fólkaskúlanum, sum varð hildin í Suðuroy fríggjadagin í síðstu viku.
Er hugskotið nóg gott? Eru vit tey røttu fólkini at gjøgnumføra tað? Duga vit at føra okkum fram á marknaðinum? Hvussu er at reka eina fyritøku?
Hetta og ymiskt annað var á skránni, tá um 100 næmingar úr 9. og 10. flokki í Vágs skúla, Tvøroyrar skúla og Hoyvíkar skúla hittust á Seglloftinum á Tvøroyri.
Tiltakið varð fyriskipað av Íverksetarahúsinum, í samstarvi við Vilt í Suðuri.
Innovation Camp er ein liður í virkseminum hjá Íverksetarahúsinum at inspirera og eggja til eina økta vitan um íverksetan og nýhugsan í fólkaskúlanum.
Campurin varð fyriskipaður við fyrilestrum, tónleiki og kapping millum næmingarnar í kreativari hugsan.
Tiltakið byrjaði við tónleiki frá stíltryggu duo’ini Eyðun og Trónda.

Eyðun og Tróndur.
Síðani tosaði Rani Nolsøe um kjarnu dissiplinirnar handan suksesríka íverksetan. Man skal síggja heildina,so ein fær røttu vitan og fatan av, hvussu fyritøkan kann mennast. Man skal skapa framdrift , við at fokusera uppá júst tær uppgávur, sum her og nú gera størsta munin fyri fyritøkuna. Man skal menna passiónina, sum eina ta týdningarmestu og produktivu resursuna í fyritøkuni, og til seinast skal ein duga at skapa netverk rundan um fyritøkuna, so man finnur tey røttu fólkini til teir førleikar, sum ein sjálvur ikki hevur.

Rani Nolsøe, skeiðsleiðari.
Eftir tað greiddi klaksvíkingurin í Vági og Vilt maðurin Finn Johannesen frá síni íverksetarasøgu.

Finn Johannesen, Vilt í Suðuri.
Higartil er tað blivið til fyritøkuna Vilt, sum heldur til í Suðuri, og sum er spesialiserað í gongutúrum, teambuilding, bussferðum og vatnítrótt, umframt eina fjøltáttaða heilsølu, sum selur arbeiðaklæði, leikur og útbúna til spælipláss.
Tað er eingin ivi um, at Vilt hevur sett okkara syðstu oyggj á landkortið, síðani fyritøkan byrjaði í 2007.
Seinasta innslagið á degnum snúði seg um kreativa hugsan. Næmingarnir vórðu býttir upp í bólkar, har uppgávan var at loysa ein røð av uppgávum og at argumentera fyri sínum loysnum. Hóast fleiri av uppgávunum í fyrstu atløgu sóu fullkomiliga ómøguligar út, funnu næmingarnir við kreativiteti fleiri loysnir, sum tey kundu argumentera fyri.
Uttan aktiva leiklutin hjá lærarum, kemst ikki langt við íverksetan í fólkaskúlanum. Tí eru íverksetaraskeið fyri lærarar eisini ein partur av Innovation Camp konseptinum, og varð eitt slíkt fyriskipað hósdagin á Hotell Øravík í samband við átakið í Suðuri.
18 lærarar luttóku á hesum skeiðinum hjá Íverksetarahúsinum, har tveir fyrilestrar, sum viðgjørdu ‘íverksetan 3600’ og ‘sjey stig í kreativari handilsmenning’, og kjak um íverksetan í fólkaskúlanum, vóru á skránni.

Læarararnir í góðveðrinum uttanfyri.
Seinni í september mánaði verða Innovation Camps fyri Fólkaskúlan norðanfjørðs, Ungt Virki , EBG og eitt felagsskeið fyri lærarar fyriskipaði í Klaksvík.