Netverk

”Nógv duga ikki nóg væl at gera sær dælt av tí dagliga netverkinum. Tað krevur nevniliga eina opna og fyrikomandi atferð, sum kan fáa mong at halda seg aftur. Men um tú ikki sjálvur ert uppsøkjandi, er vandin tann at onnur, sum gera nýtslu av netverki, yvirhala teg og verða sett í góðar sessir.” sigur Søren Christensen, sum er konsulentur í HK/kommunal til danska vinnublaðið Ervervsbladet.

Hann vísir á, at tað er umráðandi at varveita sambandið við eitt nú fyrrverandi starvsfólk og lestrarvinir, soleiðis at tú varðveitir eina góða kontakt, um tú gerst opin fyri nýggjum avbjóðingum.

Tað kann vera sera hart at byrja eina nýggja fyritøku, og tí er eitt gott netverk mangan kærkomið.
41 ár eftir at The Beatles rungaðu úr nærmast øllum útvarpstólum í heiminum við lagnum With a Little Help From My Friends, er sami setningur enn sera viðkomandi hjá íverksetum – og kanska meira í dag enn áður.

Íverksetar hava mangan nógv jørn í eldinum og nógvir bóltar í luftini í senn. Teir skulu hugsa um marknaðarføring, menna nýggjar vørur, verja teirra merkjavørur og KT við t.d. patenti, o.l. Tí er tað  sera gott, um tað er møguligt at hava eitt persónligt netverk, sum kann hjálpa og koma við góðum ráðum og stuðla mentalt tá á stendur.

Ein sjálvstøðugur segði í einari samrøðu við íverksetarasíðuna entrepreneur.com, at hann hevði nógvar trupulleikar við at fyritøkuna á stovn, og hann fekk lítla og onga hjálp frá sínum nærmastu vinum.
Tá íverksetin so seinni gjørdist limum í einum sokallaðum “kaffiklubba,” kom hann at kenna ein kvinnuligan coach. Hon gjørdist ein stór hjálp, tí við hennara hjálp var hann fyrireikaður at møta møguligum nýggjum kundum, og hann hevåi eisini eitt betri yvirblikk.


Entrepeneur.com hevur gjørt eitt lítið yvirlit yvir, hvørji fólk eru góð at hava í sínum netverki, og sum kunnu virka sum ráðgevar bæði mentalt og fagliga.

Serfrøðingurin: tað kann vera sera hent at hava ein serfrøðing við sína lið. Nógv kenna fólk, sum hava holla vitan innan sítt fakliga øki og sum við gleði greiða frá sínum royndum. Serfrøðingarnir síggja mangan nógv, sum íverksetin ikki hevur hugsað um, og kunnu við spurninginum ”Hevur tú hugsað um at gera……”,  fáa íverksetan eitt fet longri fram í síni ætlan.

Fjeppararnir: í Føroyum kenna vit til Gooligans og aðrar fjepparar, sum altíð eru til reiðar at stuðla og eggja sínum liðið. Ein íverkseti hevur eisini til tíðir brúk fyri fólkum rundan um seg, sum bara trúgva upp á seg og eru til reiðar at stuðla viðkomandi til eina og hvørja tíð. Tað kann vera sera lætt at missa mótið, tá alt ikki gongur sum ætlað og einsemið ger um seg.

Fyrimyndin: um tín fyrimynd undirvísir ella er coach, kanst tú hugsa um, um viðkomandi kanska skuldið verið tín mentor. Tað er eisini nógv at læra av sínum fyrimyndum. Lance Eng segði við www.entrepreneur.com at hansara fyrimynd var familjan.

”Mín familja var ein hollur stuðul, tey góvu mær burtur av teirra vitan, og vístu mær, hvussu ein fyritøka skal rekast. Tey lærdu meg eisini at halda fast í mínum dreymum.”

Teknikarin: góðir teknikarir eru gull verdir, og teir eru eisini sera ringir at fáa hendur á. Ert tú ein av teimum mongu tekno-dinosaurunum, sum ikki duga at tendra eina teldu, so er teknikari ein av fortreytunum fyri, at tú og tín fyritøka kunnu vera til.

Kennir tú kanska ein í familjuni ella ein góðan vin, sum vita alt, sum er vert at vita um teldur og tøkni, so er tað eitt gott hugskot at hava viðkomandi sum eina hjálpandi hond í fyritøkuni ella kanska geva viðkomandi starv í fyritøkuni, so tú ikki stendur á berum, um viðkomandi fær nýtt starv.

Kelda erhvervsbladet.dk