Søla og marknaðarføring

Grundarlagið fyri søluni er marknaðarføringin. Í marknaðarføringini skulu kundarnir finnast og sølan viðlíkahaldast. Tað hevur týdning Í marknaðarføringini at orða ein greiðan lyklaboðskap og at finna røttu kundabólkarnar (kundasegmentini).

Sølan er grundarlagið undir fyritøkuni og tá krevst, at marknaðarføring og søla verða samskipað. Kundarnir skulu finnast, men sølan skal eisini gjøgnumførast.  Søluarbeiðið skal stýrast og kundarnir røktast. Harafturat hevur tað týdning at læra seg sølufakið.

Umrøða í fjølmiðlum er ein tann besti og bíligasti hátturin at marknaðarføra eitt handilskonsept. Gott samskifti við fjølmiðlarnar økir møguleikan fyri, at nýggjheitirnar verða umrøddar og harvið marknaðarførdar.

Um kundarnir hava eina greiða mynd av tí sum fyritøkan ger, so er talan um eitt gott brand. Tí hevur tað týdning at definera tey virði, sum vit vilja, at kundarnir skulu knýta at fyritøkuni. Herundir kemur tann sjónligi (grafiski) og málsligi samleikin.

Eitt gott netverk kring fyritøkuna ger fyritøkuna meiri sjónliga og víðkar handilsmøguleikarnar. Eitt nú við luttøku á sølustevnum og í sjálvbodnum felagsskapum, ella við at taka stig til ymisk netverks tiltøk.


TAKS
Taks er stovnur undir landinum, sum umsitur vinnuskránna. Tá man stovnar nýtt virki/felag, skal tað skrásetast í vinnuskránni. Tað verður gjørt við at fylla út skrásetingarskjal til Vinnuskránna. Les meir um TAKS her

Tey vanligastu feløgini eru persónlig feløg (frima) og smá- og partafelag.
Les meiri um byrjan av virksemi í bóklingi frá SPEKT.


<aftur