Fíggjarstýring:

Fíggjarætlanin er peningaliga síðan av íverksetaraætlanini. Tess ítøkiligari tú hevur hugsað og veits hvørji úrslit skulu náast, tess lættari er tað at gera eina fíggjarætlan.

Tá tú gert eina fíggjarætlan kanst tú spyrja:

  • Fari eg tað fyrsta árið at fáa eina nøktandi inntøku?
  • Skal eg lána pengar fyri at byrja virksemi?
  • Fer fyritøkan at forvinna nóg nógv til at yvirliva í longdini

Fíggjarætlanina skal eisini brúkastt til at fylgja við um fortreytirnar, sum vóru settar við ársbyrjan, halda. Gera tær ikki tað, er neyðugt at tillaga virksemi.
Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum ( www.trade.fo)  er ein frymil til eina rakstrar- og fíggjarætlan. Tak hana niður her.


<aftur