Á www.startvaekst.dk skriva tey, at royndirnar vísa, at eyðkennini hjá einum íverkseta eru:
Fer eftir úrslitum – t.v.s. stríðist fyri tí, sum hann/hon hevur sett sær fyri
Vágafúsur – torir at satsa, t.d. uppsparing ella ognir av ymiskum slagi
Sjálválit – trýr uppá tað, sum verður sett í gongd
Ágrýtin – gevst ikki, t.d. við søluarbeiði, hóast tað gongur striltið í byrjanini
Dugur at knýta sambond – arbeiðir alla tíðin fyri at víðka netverkið og kundaskaran
Nýhugsan – tí tað kann gerast neyðugt at broyta kós í einum skiftandi heimi.
Sum íverkseti hevur tað stóran týdning at duga at skapa netverk og knýta sambond við viðkomandi persónar, bæði beinleiðis innan virkisøkið og á øðrum økjum við týdningi fyri virkisraksturin.
Íverksetar hava sjálvdan teir stóru pengarnar at fara í gongd við. Summar fyritøkur, t.d. ráðgeving ella software fyritøkur, krevja ikki tað stóra fyri at koma í gongd, meðan aðrar fyritøkur, t.d. handlar ella framleiðsluvirkir, krevja nógvan startkapital.
Tað er eisini ein viðkomandi spurningur, hvørjar arbeiðsuppgávur ein íverseti sjálv/ur megnar at loysa, og hvørjar mugu leggjast til onnur, eitt nú bókhald, MVG uppgerðir, at senda rokningar út, flyta lønir, passa telefon o.a.