Góð ráð

Venture kapitalur í Føroyum

Eitt gott handilshugskot og eitt avgjørt ynski um at gerast íverkseti  eru týdningarmiklar fortreytir fyri at byrja eina nýggja fyritøku.
Aloftast røkkur privata uppsparingin ikki til at gera dreymin til veruleika, og tí gerst fígging uttanífrá neyðug.
Fyri nógvar íverksetar er næsti spurnignurin so, hvat slag av fígging passar til júst mín tørv. Tá tað er avklárað, er næsti spurningurin: hvar fái eg fíggingina frá?
Tá tað snýr seg um fíggingarmøguleikar er ein meginregla, at jú hægri ambitiónirnar eru og størri møguleikin fyri vøkstri er, jú vágafúsari eigur fíggingin at vera.

Líkamikið hvat, so er tað neyðugt at fáa greiðu á, hvussu stórt potentialið fyri vøkstri er, og hvussu stórur tann samsvarandi vágin er. Hetta er neyðugt fyri at finna teir best egnaðu íleggjararnar, sum kunnu hjálpa til við kapitali og einum virknum leikluti í menningini av fyritøkuni.
Finnast slíkir íleggjarar í Føroyum?
Seinastu 10 árini eru fleiri venturegrunnar (framtaksgrunnar) settir á stovn her á landi. Tað byrjaði við Framtaksgrunninum, so kom Notio, og við teimum stóru sølunum av vinnulívsfyritøkum eru fleiri aðrir komnir afturat.
Niðanfyri er eitt yvirlit, har tú kanst lesa, hvørjir grunnar eru, hvussu tú setur teg í samband við teir, og hvussu teir lýsa seg sjálvar.

Les um Løkir
Les um Notio
Les um Royndin
Les um Set
Les um Framtaksgrunn Føroya

Eitt annað, sum hjá summum íverksetum kann verða týdningarmikið, er skriva eina virkisætlan (businessætlan). Ein virkisætlan hjálpir tær at avklára og seta orð á tíni hugskot, og at sjónliggera tínar tankar fyri íleggjarum.
Skjølini niðanfyri eru vælegnaði.
Virkisætlanin er ein frymil, har tú tekur tað við, sum er viðkomandi fyri teg. Tjekklistin tryggjar tær, at tú ikki gloymir nakað av týdningi (skjølini eru vinarliga lánt frá frálíku íverksetara heimasíðuni www.virk.dk).
Leinkjan 'byrja virki' og 'eitt sindur um skatt' er tilfar, sum Spekt hevur gjørt til íverksetarar.

- Virkisætlan
- Tjekklisti
- Byrja virki
- Eitt sindur um skatt
- Stovnan av smápartafelagi


Viðvíkjandi stovnan av partafelagi/smápartafelagi

Í sambandi við stovnan av partafelag ella smápartafelag, krevst fylgjandi:

1. Navn til nýggja felagið.

2. Orðing av endamáli við felagnum.

3. Nær felagið er stovnað.

4. Útvegan av smápartapeningi (skal vera í minsta lagi 125.000 kr) ella partapeningi (skal í minsta lagi

    vera 500.000 kr).

5. Partapeningurin/smápartapeningurin kann vera sokallað apportinnskot, har virði verða latin inn í felagið 

    og verða virðismett av metingarmonnum.

6. Nøvn á stovnarum – tað nýtist bert at vera ein.

7. Hvør er grannskoðari

8.  Ásetan av rokniskaparári

9. Býti av smápartapeningi/partapeningi – hvussu nógv hvør av stovnarunum teknar

10. Um nýstovnaða smápartafelagið hevur ein stjóra ella bara eina nevnd (nevndin skal í minsta lagi

      hava tríggjar limir) – smápartafeløg, sum hava partapening, ið er minni enn 300.000 kr, nýtast ikki  
    
      hava nevnd – bert stjóra.

11. Nøvnini á møguligum nevndarlimum

12. Navnið á nevndarformanninum ella kvinnuni

13. Navnið á stjóranum

14. Váttan frá peningastovni um, at smápartapeningurin/partapeningurin er fult inngoldin.

15. Navnabrøv frá stovnarunum, og um so er, at ein av stovnarunum er gift kvinna, avrit av vígslubrævi.

      Hetta kanst tú gera sjálv/ur ella lata ein sakførara taka sær av tí.