Samskipan

Hvussu ber til at samskipa eitt effektivt grundstøði við teimum røttu fólkunum?
Samskipanin snýr seg um eigaraviðurskifti, medarbeiðarar, mannagongdir, samstarvsfelagaðar og løgfrøðisligu spurningarnar.

Eigaraviðurskifti
Eigararnir eru grundin undir fyritøkuni, uttan mun til fyritøkan skal hava ein eigara ella um fleiri skulu eiga í. Við fleiri eigarum eru avbjóðingarnar at finna rætta eigarabygnaðin og effektivar mannagongdir, hvussu avgerðir skulu takast. 

Medarbeiðarar
Tað krevur tey røttu fólkini at realisera eitt gott handilshugskot, bæði tá tað snýr seg um leiðslu og medarbeiðarar. Her ræður um rekruttering og teambuilding, og at fáa sett ta røttu ráðgevandi ella professionellu nevndina.

Mannagongdir
Soleiðis, sum dagliga virksemi verður lagt til rættis, soleiðis vera virðini í fyritøkuni skapað. Við at arbeiða við menning av kjarnuførleikunum og við at lýsa arbeiðsgongdirnar, verður fyritøkan ment til eina professionella og effektiva fyritøku.

Partnarar
At samsstarva við aðrar partnarar, er vegurin at knýta teir neyðugu førleikarnar at fyritøkuni. Á tann hátt ber til at røkja marknaðin á besta hátt. Ein annar møguleiki er at útveita summar funktiónir í fyritøkuni, ella at samstarva við aðrar fyritøkur í einum handilsfelagsskapi (konstortium) ella í strategiskum alliansum.

Løgfrøði
Løgfrøðiliga grundarlagið í fyritøkuni er tað, sum skal tryggja ímóti tí, sum kann ganga gali, tá fyritøkur og fólk handla saman. Tí skal løgfrøðiliga grundarlagið upp á pláss í samband við eitt nú sáttmálar við veitarar og kundar, setanarsáttmálar ella partaeigarasáttmálar.


<aftur