Rakstur

Hvussu skal dagligi raksturin av fyritøkuni mennast og hvussu skal fyritøkan mennast víðari?
Undir rakstur kemur fíggjarstýring, fígging, stýring av veitingum, umsiting og KT og vakstrarætlanir.

Fíggjarstýring
Samstundis við at virksemið tekur dyk á seg, hevur tað alstóran týdning at fyljga við fíggjarligu gongdini fyri at skapa ein størri vinning.
Her er er talan um at leggja eina fíggjarætlan, at gera roknskapir og mánaðarligar støðufrágreiðingar, og alla tíðina stýria gjaldførinum.

Fígging
Fyritøkan kann hava ein fíggjartørv í byrjanini, ella seinni í eini vakstrarfasu. Tá er brúk fyri at greina fíggjartørvin, og at samráðast um kassakreditt ella annan kapital til felagið. Her er sambandið við bankar og íleggjarar av týdningi.*


<aftur