Kundaviðurskifti
Hvussu verður sambandið við kundarnar styrkt, so umsetningur veksur?

Her er talan um netverk, marknaðarføring, sølu, samskifti, PR og branding.

Netverk
Eitt gott netverk kring fyritøkuna ger fyritøkuna meiri sjónliga og víðkar handilsmøguleikarnar. Eitt nú við luttøku á sølustevnum og í sjálvbodnum felagsskapum, ella við at taka stig til ymisk netverks tiltøk.

Marknaðarføring
Grundarlagið fyri søluni er marknaðarføringin. Í marknaðarføringini skulu kundarnir finnast og sølan viðlíkahaldast. Tað hevur týdning Í marknaðarføringini at orða ein greiðan lyklaboðskap og at finna røttu kundabólkarnar (kundasegmentini).

Søla
Sølan er grundarlagið undir fyritøkuni og tá krevst, at marknaðarføring og søla verða samskipað. Kundarnir skulu finnast og sølan gjøgnumførast.  Søluarbeiðið skal stýrast og kundarnir røktast. Hartil hevur tað týdning at læra seg sølufakið.

Samskifti og PR
Umtala í fjølmiðlum er ein tann besti og bíligasti hátturin at marknaðarføra eitt handilskonsept. Gott samskiftið við fjølmiðlarnar økir møguleikan fyri, at nýggjheitirnar verða umrøddar og harvið marknaðarførdar.

Branding
Um kundarnir hava eina greiða mynd av tí sum fyritøkan ger, so er talan um eitt gott brand. Tí hevur tað týdning at definera tey virði, sum vit vilja, at kundarnir skulu knýta at fyritøkuni. Herundir kemur tann sjónligi (grafiski) og málsligi samleikin.


<aftur