Handilskonseptið hyggur eftir hugskotinum, vørum og tænastum, handilsskapinum, kundunum og marknaðarstøðuni.
Hugskotið
Hóast myndin av hugskotinum kann tykjast greið, so skal hugskotið ella tey mongu hugskotini víðarimennast og raffinerast. Amboðið er at arbeiða við missiónini og vísjónini í sjálvum grundarlagnum fyri hugskotinum.
Vørur og tænastur
Hugskot gerast ikki handilslig, fyrr enn tey eru ment til eina røð av vørum, tænastum og konseptum. Uppgávan er at sniðgeva og leggja til rættis vøru- og/ella tænastuúrvalið og framtíðar menningina.
Handilskapurin
Við at síggja ymiskar mátar at selja vøruna ella tænastuna, og við einum skilagóðum príspolitikki, ber til at finna fleiri møguleikar at skapa inntøkur til nýggja virkið.
Kundarnir
Kundar, sum skulu keypa frá virkinum, hava avgerandi týdning fyri, hvussu handilskonseptið fer at síggja út. Avbjóðingarnar eru at finna røttu kundabólkarnar (segmentini), sum skulu keypa vørurnar ella tænasturnar, og/ella hvussu kundabólkarnir skuklu røkkast. Eisini skal arbeiðast fyri at økja um forstáðilsi fyri kundunum.